04/03/2020

Djúphugsnidagar í Tofta skúla

Týsdagin 10. og mikudagin 11.mars fara vit í Tofta skúla at hava djúphugsnidagar. Evnið hesar dagarnar er Talgild myndan (digital dannelse).

Endamálið er at læra at ferðast tryggari á internetinum, læra at verja sínar upplýsingar og sítt privatlív, eins og vit fara at arbeiða við hvar markið er fyri, hvat er loyvt og ikki loyvt at gera á netinum. Ætlanin er, at vit hesar dagar varpa ljós á, hvussu vit kunnu ferðast á netinum, og at vegleiða um hvussu vit kunnu stýra gjøgnum vandarnar á netinum. 

Persónsvernd á netinum er eisini eitt evni, ið vit fara at arbeiða við, og tað snýr seg í stóran mun um at finna óskrivaðar reglur fyri góðum fólkaskikki. Vit lúra ikki gjøgnum lyklarhol, vit lata ikki brøv upp hjá øðrum o.s.v., og á sama hátt hevur tað stóran týdning at hugsa seg væl um á netinum. 

Vit fara at práta og arbeiða við bæði tí stuttliga og gevandi, sum tú kanst gera á netinum, men eisini hvat tú kanst gera, so tú ikki kemur illa fyri á netinum. Sumt vita næmingarnir kanska frammanundan, meðan annað er, sum teir kanska ikki vistu. Vit vóna, at djúphugsnidagarir kunnu føra til prát um, hvussu vit kunnu nýta internetið uppá tann góða mátan.