Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

12/03/2020

Grækarismessuhald á Toftum

Aftur í ár, hósdagin 12 mars, skipaði næmingaráðið í Tofta skúla fyri grækarismessuhaldi, og sjálvt um tað var bæði kalt og vátligt veður, so vóru tað fleiri, sum høvdu tikið sær tíð til at verða við til haldið

Hugaligt var at síggja næmingar, barnagarðsbørn, starvsfólk og onnur, sum vóru komin saman at heilsa várinum og at bjóða tjaldrinum vælkomnum aftur til landið.

Jóhannes Johansen, næmingur í næmingaráðnum, bjóðaði øllum vælkomin. Eftir at hava sungið nakrar góðar vársangir, helt Jónas Thomsen, næmingur í næmingráðnum, grækarismessurøðu.

Hann segði m.a. í røðu síni, at fyrsta grækarismessuhaldið var í 1943 og at hesin sermerkti dagur, verður hildin við m.a. skótaskrúðgongum og fólkafundum.

Víðari vísti Jónas á, at grækarismessan boðar okkum frá, at tjøldrini hava sett sína kós ímóti Føroyum, og at veturin er av. Vit eru farin um fyrsta várdag og várjavndøgur nærkast, og tá eru vit mitt ímillum stytsta og longsta dag.

Hann segði eisini, at á ein hátt virkar tað sum um, at vit fáa eina nýggja byrjan, tá tjøldrini koma um várið.

Til seinast undirstrikaði Jónas, at vit kunnu gleðast á hesum degi. Gleðast um, at ljósari dagar eru í væntu, og at myrku dagarnir gerast alsamt færri. Skjótt fer at spíra, og alt fleiri litir verða at síggja.

Fleiri myndir síggjast her!