Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

16/04/2020

Vegleiðing til stigvísa upplating av skúlanum

Tá møtt verður í skúla mánadagin 20. apríl, er mannagongdin henda:

Næmingrnir í 1. flokki:

Næmingarnir ganga inn gjøgnum høvuðsdyrnar niðanfyri skúlan, har starvsfólk taka ímóti.

Næmingarnir í 2. flokki:

Næmingarnir í 2. flokki brúka neyðútgongdina norðanfyri skúlan, sum er á 3. hædd, har starvsfólk taka ímóti.

Næmingar í 3. flokki:

3. flokkur gongur inn gjøgnum dyrnar við svimjihøllina, har starvsfólk taka ímóti.

 

Tað er tryggast, at næmingarnir sjálvir ganga inn í skúlan, har starvsfólk taka ímóti.

Leiðsla skúlans vil, at næmingarnir ikki møta áðrenn kl. 07.50 um morgunin.

Næmingarnir verða skipaðir í bólkar við uml. 6 - 8 næmingum í hvørjum.

Tilmælið er, at hvør næmingur hevur uml. 4 fermetrar.

Stovurnar eru uml. 55 - 65 fermetrar til støddar, og borðini verða skipað við mest møguligu frástøðu frá hvørjum øðrum.

Miðað verður ímóti, at somu starvsfólkini alla tíðina eru um hvønn bólk. (somu bólkar halda fram í frítíðarskúlanum).

Skúladagurin er skipaður í blokkar við fríløtum.

Handreinføri er av allarstørsta týdningi: Áhaldandi at vaska hendur eftir “hvørja gerð”, verður ein aðaltáttur í skiftum í skúladegnum.

Annars verður skúlagongdin komandi tíðina skipað í tráð við skriv frá Coronaráðgevingini.

Sí skrivið her: Vegleiðing fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum.pdf

Tey, ið ikki koma í skúla, verða á heimasíðuni kunnað um arbeiðssetning og vikuætlan, og eru vælkomin at seta seg í samband við lærararnar.