Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

15/05/2020

Allir flokkar í skúla

 

Mánadagin 18. mai fara allir flokkar aftur í skúla.
Á tíðindafundi hósdagin 14.mai boðaði løgmaður frá, at støðan viðvíkjandi korona er so mikið batnað, at allir næmingar í fólkaskúlanum kunnu koma aftur í skúla. Og tað gleða vit okkum til.

Skúlagongdin
Skúlagongdin verður hesar fyrstu dagarnar eitt sindur tillagað. Kunnið tykkum á heimasetninginum hjá tykkara barni um hetta. Ein partur av undirvísingini kann framhaldandi skipast sum fjarundirvísing. 

Tá ið komið verður í skúla
Tá ið komið verður í skúla, skulu ikki allir næmingar nýta høvuðsinngongdina, men inngongdirnar til lonina, har flokkurin er. 1., 2. og 5.flokkur ganga inn við svimjihøllina. 6. & 7.flokkur ganga inn á 3.hædd norðanfyri. 3., 4., 8., 9. & 10.flokkur ganga inn gjøgnum høvuðsinngongdina.
 

Klødd eftir veðrinum
Av tí, at vit kunnu hava undirvísing uttandura, verður heitt á foreldur at hava í huga, at næmingarnir eru ílatnir eftir veðrinum.

Pennahús
Fyri at minka um vandan við smittuspjaðing skulu næmingarnir ikki læna skúlaamboð frá hvørjum øðrum. Hvør næmingur skal hava sín egna pennahúsa við og í honum skal vera í minsta lagi: blýantur, viskileður, spískari, límstift, saksur, litblýantar/tusjir, linjuál og vinkulmátari.

Smittuverjandi atburður og fyribyrging
Skúlagongdin fylgir tilráðingunum um smittuverjandi atburð og fyribyrging.

Tá vit sleppa at hava fult næmingatal aftur, so er tað tó við eini ávísari ábyrgd av hvør øðrum.

Her eru handreinføri og frástøða av allarstørsta týdningi.

So áheitanin frá okkum til tykkum næmingar er:

Vaskið hendur javnan - eftir leiðbeining frá skúlanum og haldið, so væl sum gjørligt, frástøðu upp á ein metur frá hvør øðrum!

Vinarliga leiðslan