Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

19/06/2020

Prógvhandan í Tofta skúla

PRÓGVHANDAN Í TOFTA SKÚLA

Í góðveðrinum hósdagin 18. juni kl. 14.00 var prógvhandan í Tofta skúla. Tá fingu næmingarnir í 10. flokki prógv handað. 

Avvarðandi vóru komin saman á hesum stóra hátíðardegi, nú fólkaskúlin var liðugur hjá næmingunum. 

Durita Jakobsen, skúlastjóri, flutti fram røðu og handaði næmingunum prógvini. Hon vísti m.a. á, at næmingarnir hava lært nógv hesi árini, og tí hava fingið eina stóra fakliga vitan innan nógv fakøki. Víðari vísti Durita á, at næmingarnir hava lært at síggja virði í einum góðum felagsskapi og læringsumhvørvi, har ið man vil hvønn annan.

Skúlastjórin vísti á, at ótryggleiki hevur merkt rættiliga nógv menniskju seinastu mánaðirnar vegna Kovid19 farsóttina, sum hevur herjað runt um í heiminum. Hetta hevur órógvað nógv av okkum. Tí er alneyðugt, at vit halda fast í teim virðum, sum eru grundleggjandi fyri okkum.

Eisini heilsaði flokslærarin, Petur Hans Hansen, næmingunum. Hann takkaði teimum fyri alt tað, sum hann og lærarar høvdu havt saman við næmingunum, og ynskti teimum bestu eydnu í tíðini, sum kemur.

Til seinast heilsaðu næmingarnir í 10. flokki flokslæraranum og lærarum fyri tíggju hendinga- og lærurík ár við nógvum spennandi upplivingum.

Undir hátíðarhaldinum spældu Susan Philbrow, næmingur í 10. flokki, og Ann Kristin D. Hansen, tónleikalærari, tvey løg á cello og klaver.

Fleiri myndir frá prógvhandnini síggjast her!