Fundarfrágreiðing frá skúlastýrisfundi 07. november 2019
Skúlastýrisfundur 07. november 2019
Skrá
Frá leiðsluni
Frá forkvinnuni
Felagsforeldrafundur og ársfrágreiðing
Myndatøka til ymisk tiltøk á skúlanum
Eingin viðmerking til gerðabókina
Frá leiðsluni: Allir felagsforeldrafundir í flokkunum eru nú hildnir. Alt gongur sum ætlað í skúlanum.
Listaleypurin kemur at vitja Tofta skúla við tveimum tiltøkum í ár. Jólaroynd verður í næstu viku hjá framhaldsdeildini, uml. 60 næmingar fara til roynd. Musikkskúlaleiðarin hevur frá NK fingið loyvi til at kanna møguleikarnar fyri at innrætta høli til tónleikaundirvísing í skúlanum.
Ynski er um, at trappugongdin í 80´ bygninginum verður hampað. Somuleiðis er tørvur á at fáa inndekningarnar og vindeygakarmarnar eftirhugdar og umvældar í 60´ bygninginum
Frá forkvinnuni: Karis D er komin í skúlastýri ímeðan Herman J er burturstaddur í sjúkraørindum. AáR hevur tosað við NK um nøgdsemiskanningina. Spurningurin er, um sitandi skúlastýrið skal gera nøgdsemiskanning. Semja um at bíða við kanningini, men at vit skulu søkja um pengar til kanningina til heystar.
Felagsforeldrafundur og ársfrágreiðing: Fundurin verður 12.nov og Sunneva Mohr fer at hava fyrilestur um børn og foreldur. AáR leggur ársfrágreiðingina fram á hesum fundi.
Myndatøka til ymisk tiltøk á skúlanum: Skúlastýrið kundi hugsað sær at gjørt eitt skriv, har ið heitt verður á foreldur og avvarandi um at lata vera við at leggja myndir út alment, sum eru tiknar í skúlanum. Facebook er ein øðiliga opin miðil, og tað eru ikki øll, ið vilja verða løgd út har. Vit vilja heita á fólk um at njóta løtuna og ikki leggja myndir út alment frá tiltøkum í skúlanum. AáR sendir eina fráboðan um hetta til til foreldrabólkin.
Ymiskt: Prát um arbeiði hjá bólkinum, sum arbeiðir við útiøkinum.
Fundur lokin: kl 20:40