04/02/2021

At ferðast á netinum

Hósdagin 28.jan. høvdu næmingarnir í 4.flokki vitjan av Súsonnu í Króki, sum umboðaði SSP. Tveir teir fyrstu tímarnir vóru skipaðir sum ein verkstova, hvar ið næmingarnir arbeiddu við evninum “at ferðast á netinum.”

Á verkstovuni varð dentur lagdur á, at kunningartøknin er ein stórur partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum, og at tað tí er sera umráðandi, at børnini vita, hvussu tey eiga at uppføra seg, tá tey ferðast á netinum. Somuleiðis, at tað er týdningarmikið, at børnini eru vitandi um, hvørjum tey eiga at vara seg fyri.

Dentur var lagdur á, at børnini eiga at læra at verja viðkvæmar upplýsingar og sítt privatlív. Eisini lærdu tey um, hvar ið markið gongur fyri, hvat er loyvt at gera á netinum.

Sum áður sagt, so var víst á, at tað at reika á netinum er ein natúrligur part­ur av gerandisdegnum hjá flest øllum, bæði børnum og vaksnum, og at tað setur krøv til skilagóðan atburð og hvussu tú tryggjar títt privatlív.

Evnið ”at ferðast á netinum” er sera aktuelt fyri tey ungu, og tí verður tað tikið upp í undirvísingini í 4.flokkunum kring landið. Somuleiðis verður tað viðgjørt á foreldrafundum og við vitjan av SSP-ráðgeva.

Fleiri myndir síggjast her!