Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

14/02/2021

Eitt øðrvísi føstulávintshald í Tofta skúla

Fríggjadagin 12.februar høvdu vit eitt heldur øðrvísi føstulávintshald í skúlanum.

Støðan viðvíkjandi koronafarsóttini hevði tað við sær, at vit í ár ikki kundu hava eitt felags føstulávintshald fyri allan skúlan. Tí skipaði hvør flokkur fyri sínum egna føstulávintshaldi frá kl. 9.30 til 11.30.

Dagurin byrjaði við vanligari undirvísing tveir teir fyrstu tímarnar. Síðani var farið undir sjálvt haldið. Undanfarin ár hava næmingarnir altíð sligið tunnu, men hetta var ikki gjørligt í ár vegna koronatilmælini. Hvat var so til ráða at taka? Jú, onkur lærari hevði funnið eina heimasíðu, hvar ið tað var møguligt at sláa tunnu við hjálp av einum telduspæli. Hetta vóru næmingarnir sera spentir í. Í hesum spæli vóru tveir vinnarar - ein ”kattakongur og ein kattadrotning”.

Sjálvt um allir næmingarnir ikki vóru samlaðir til føroyskan dans sum undanfarin ár, so kann ikki sigast annað, enn at dansurin rungaði úr øllum flokshølum, tá næmingarnir kvóðu tey kvæði, og teir tættir, sum teir høvdu lært.

Tíð var eisini til at tosa um hvønn týdning, ið ”kvøldsetan” hevði í gomlum døgum fyri at varðveita søgur, sagnir, kvæðir og tættir, so at vit í dag kunnu eiga henda ríka skatt okkara millum.

Dagurin endaði við, at næmingarnir hugnaðu sær saman við føstulávintsbollum, sum foreldraumboðini í flokkunum høvdu bakað, og við sunnkist frá skúlanum.

 

Kvøðið varð:

Burtur á heiði

Veturin kom við kulda og kava

Kall og Svein ungi

Kongaríkið í Bábylon

Sigmundskvæði yngra

Flóvin Bænakiktson

Stat op Santa Simeon

Hørpuríma

Huldugentan

Ormurin Langi

 

Fleiri myndir síggjast her!