Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

19/04/2021

Fyrilestur: Rúsevnismisnýtsla millum ung

Viðgerðarstovnurin 'Frælsi' á Eiði fer í næstum runt Føroyar at skipa fyri fyrilestrum um rúsevnismisnýtslu millum ung. Fyrilestrarhaldari verður sálarfrøðingurin, Erling Fles.

- Ofta, tá tað eru upplýsandi tiltøk um børn og ung, so eru foreldur ikki við. Tað er óheppi, tí foreldur eru tann besta fyribyrgjandi arbeiðseindin, sum finst, sigur Erling Fles.

Fyrilestrarnir fara at snúgva seg um rúsevnismisnýtslu sum heild, hvat foreldur skulu vera varug við, og hví so nógv ung í dag stríðast við rúsevnismisnýtslu.

Inni á facebook vanganum 'Viðgerðarstovnurin Frælsi' ber til at fylgja við nær og hvar fyrilestrarnir vera.
 
 - 

Týskvøldið 27. apríl kl. 19.00 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, fyri fyrilestri um rúsevnismisnýtsla millum ung. Fyrilesturin er ókeypis og verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði frá kl. 19:00 til 20:30.

Á fyrilestrinum verður m.a. umrøtt:

Hvat er rúsevnismisnýtsla?
Hví taka so nógv ung rúsevni í dag?
Hvussu kunnu vit fyribyrgja rúsevnismisnýtslu?
Hvørji eyðkenni skal ein vera varugur við?
Hvussu hjálpa vit ungum við rúsevnismisnýtslu?
Fyrilesturin er almennur og er viðkomandi fyri foreldur og starvsfólk og umsorganarpersónar, sum eru um ung í gerandisdegnum.

Fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur.

Eisini verður høvi at seta spurningar!