Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

05/05/2021

Skúlakanning 2021

Skúlastýrið fer í mai/juni 2021 saman við Gallup Føroyar at gera eina nýggja skúlakanning í Tofta skúla. Líknandi kanning varð fyrstu ferð gjørd í 2012 og síðan í 2016. Tað við siga, at hetta er triðja kanning av hesum slag.

Hví vil skúlastýrið vita, hvat heimini siga um skúlan. Tað vilja tey fyri at:

- fáa eina mynd av, hvar foreldur meta skúlin er í mun til …
‐ fáa eina meting av, hvat foreldur raðfesta
‐ geva okkum eitt amboð til at peila okkum eftir og síggja framstig
‐ fáa eina ábending um, hvat fyri almenna mynd skúlin hevur (image)

 

Er tað neyðugt, at skúlin og foreldur samstarva? Gransking vísir, at heimi er ein av teimum avgerandi faktorunum, ið ávirka avrikið hjá barninum í skúlanum.

Foreldur at børnum í Tofta skúla fara at fáa eina leinkju til skúlakanningina tá ið hon er klár, hetta verður í mai/juni. Kunnað verður um hetta tá ið tað er klárt.