Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

18/06/2021

Prógvhandan í Tofta skúla

Hósdagin 17. juni kl. 14.00 var prógvhandan í Tofta skúla. Tá fingu næmingarnir í 10. flokki og narkrir næmingar í 9. flokki prógv handað. 

Til hesa hátíðarløtu vóru avvarðandi hjá næmingunum komin saman at heiðra næmingarnar, nú fólkaskúlin var liðugur. 

Durita Jakobsen, skúlastjóri, flutti fram røðu og handaði næmingunum prógvini. Hon vísti m.a. á, at næmingarnir hava lært nógv hesi árini, og tí hava fingið eina stóra fakliga vitan innan nógv fakøki. Víðari vísti Durita á, at næmingarnir hava lært at síggja virði í einum góðum felagsskapi og læringsumhvørvi, har ið man vil hvønn annan.

Skúlastjórin vísti á, at tey frá fyrsta degi av, hava saman við lærarunum verið við til at mynda tíðina í skúlanum – verið við til at skapa dagligdagin. Næmingarnir hava havt vónir og væntanir, sum hava verið við til at ment tey bæði fakliga og trivnarliga. Til tíðir sýntist alt at ganga við, men so komu løtur við mistreysti og mótgongd. Í tílíkum løtum, er tað gott og trygt, at starvsfólk og floksfelagar kunnu hjálpa og stuðla, so at vónin birtist aftur.

Eisini heilsaðu flokslærararnir næmingunum á hesum degi. Fyrstur var Heri Davidsen, flokslærari, í 10.flokki og síðani vóru tað Anna Maria Olsen og Guðni Andreasen, flokslærarar hjá ávikavist 9.a og 9.b.

Tey takkaðu næmingunum fyri alt tað, ið tey sum flokslærarar høvdu havt saman við teimum. Víst var á, at næmingarnir høvdu gjøgnumgangandi verið ágrýtin, jalig, og sera góð við hvønn annan. Eisini høvdu tey verið sera hampilig og fólkalig í allar mátar, ikki minst, tá flokkarnir høvdu verið á seturskúla ella á ymiskum námsferðum.

Til seinast vóru tað Emma í Túni Jacobsen og Inger Elisabeth Hansen, næmingar  í 10. flokki, sum takkaðu teirra flokslæra og teimum lærarum, sum høvdu havt flokkin hesi tíggju hendinga- og læruríku ár. Tær báðar vístu á, at teirra flokkur hevði upplivað so sera nógv læruríkt og spennandi øll hesi árini. Upplivingar sum tey seint koma at gloyma.

Undir hátíðarhaldinum spældu næmingar í framhaldsdeildini tvey løg á ymisk ljóðføri undir leiðslu av lærarunum, Andreu á Regni Højgaard og Annelisu Rasmussen.

Fleiri myndir frá prógvhandnini síggjast her!