Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

18/08/2021

Fyrsti skúladagur hjá 1.flokki í Tofta skúla

Í góða summarveðrinum mikudagin 18. august kl. 13.00 var fyrsti skúladagur í Tofta skúla hjá 23 glaðum og spentum børnum í fyrsta flokki. Í flokkinum eru 14 gentur og 9 dreingir.

Skúladagurin hjá 1.flokki byrjaði við, at Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði børnum og foreldrum vælkomin. Skúlastjórin greiddi børnunum frá, hvar ið tey  koma at standa, tá ið morgunin byrjar við morgunsangi í Miðstovuni í skúlanum. Síðani sungu børnini tvey stutt sálmaørindi, sum tey høvdu lært framman undan, og bóðu Faðir vár saman.

Í stuttari heilsan til foreldur og børn, vísti skúlastjórin m.a. á, at tað at ganga í skúla, setur stór krøv til børnini og tey vaksnu, um at møta upp til tíðina um morgunin og annars at gera tað, sum tey skulu í skúlanum.

Somuleiðis vísti Durita á, at tað er umráðandi at børnini verða stuðlaði heima, fáa góðan svøvn, og soleiðis eru mett og væl hvíld, tá ið tey koma í skúla.

Áðrenn farið varð upp í flokshølið, vóru tvær felags myndir tikinar - Tann eina av øllum foreldrunum og børnunum og hin av 1.flokki.

Síðani fóru øll upp í flokshølið hjá 1. flokki, har annar flokslærarin, Petur Hans Hansen, saman við skúlastjóranum, og øðurm lærarum, tóku ímóti.

Í flokshølinum, sum var sera vakurt prýtt, og hartil barnavinarligt, greiddi Petur Hans Hansen m.a. frá teirra ætlanum, tímatalvuni og teimum skipanum, ið eru galdandi fyri skúlan, og vístu eisini á vikuætlanina á heimasíðu skúlans og mjólkaskipanina.

Eisini fingu børnini fleiri vakrar og spennandi skúlabøkur, sum tey vóru ógvuliga hugtikin av.

Fleiri myndir síggjast her!