Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

29/09/2021

FELAGS SANGLØTA Í TOFTA SKÚLA

Mikudagin 29. sept. kl. 09.45 høvdu vit eina felags sangløtu í tónleikastovuni. Tað vóru sanglærarar, sum saman við øðrum lærarum og næmingum, ið skipaðu fyri sangløtuni.

Til tílíkar sangløtur, verður dentur lagdur á at velja sangir, sum umboða tær ymisku árstíðirnar, og tí var tað upplagt, at velja sangir ið hava við heysti at gera. 

29.sept. er Mikkjalsmessa. Hetta høvið nýtti 6.flokkur til at leggja fram ymiskt, ið hevði við Mikkjalsmessu at gera. Tveir av næmingunum lósu upp tað, ið 6.fl hevði arbeitt við.

Vit sungu hesar sangir:

 

Á fjalli (Dreingir spæla horn)

Nú hvítna tindar

6. flokkur hugleiðir um Mikkjalsmessu

Omanfyri eingjagarð

Nøkur eru

Bókstavastavasangin 

Vestan fyri Mykines

Dunnungin Pætur Jóhannus Mikal

Heystið

Hvørjum eru dreingir av

Borðvers – Vit takka úti, vit takka heima

 

Ein deilig løta, og fleiri næmingar gleða seg longu til næstu sangløtu, sum verður 3.desember