Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

05/11/2021

Korona tilmæli

Frá Undirvísingarstýrinum hevur skúlin í vikuni fingið eitt kunnandi skriv, nú talið av koronutilburðum er vaksið sera nógv síðstu tvær vikurnar. Víst verður m.a. á, at tað serliga eru børn og ung, ið verða smittað í løtuni. Heilsufakligi ráðgevandi bólkurin hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum mælir skúlum til at vísa størsta varsemi. 

Hetta kemur at hava ávirkan á skúladagin í Tofta skúla.

Umráðandi er, at næmingarnir halda frástøðu, vaska og/ella spritta hendur. Eisini verður aftur farið til skipanina, at hvør flokkur, í tann mun tað letur seg gera, er ein bólkur, sum ikki kemur ov nógv saman við øðrum flokkum. 

Hvør flokkur hevur morgunsang í teirra flokshøli.

Allir næmingar møta til vanliga tíð í skúla, men verða bidnir um at nýta nevndu inngongdir:

1., 2. og 3. flokkur skulu brúka inngongdina við svimjihylin. 

6. og 7.fl. brúka inngongdina á 3.hædd norðanfyri skúlan.

Restina av flokkunum brúka høvuðsinngongdina vestanfyri.

Foreldur verða biðin um at lata børnini ganga sjálvi inn í skúlan ella avlevera tey við dyrnar.

Í størstan mun verður undirvísingin skipað sum vanligt. Tó kemur undirvísingin í størri mun at vera skipað í flokshølinum. Vit royna at fyribyrgja, at næmingar samlast á felagsøkjunum í skúlanum. Næmingarnir verða eggjaðir til, í størstan mun at vera saman við teirra floksfeløgum.

Tað er umráðandi, at næmingarnir hava egið pennahús við øllum amboðum, ið teir hava brúk fyri í undirvísingini.

Vit halda sjálvandi fram við at gera okkum stóran ómak við at hava gott reinføri og royna so vítt møguligt at halda tilmæltu frástøðuna.

Nú støðan er, sum hon er, verður mint á at vera serliga varin. Tað vil m.a. siga, at hevur næmingurin sjúkueyðkenni, so eigur hann at verða heima og lata seg testa. 

Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við Duritu Jakobsen, stjóra, á tlf. 565050 ella Olaf Magnussen, varaskúlastjóra, tlf. 565015.

Leiðslan