10/12/2021

Skúlagongd fram til jóla

Skúlagongd er til og við mikudegnum 15/12. Sí vikuætlanir hjá ymsu flokkunum.

Hósdagin 16/12 - týsdagin 21/12

Skúlin er opin fyri teimum børnum, sum ganga í 1.- 3.fl, har eingin onnur ansing er møgulig. Foreldur kunnu boða frá mánadagin 13/12 og týsdagin 14/12 hjá sínum flokslærara, um tørvur er á ansing fram til og við 21/12.

Onnur tiltøk:

Næmingar og foreldur kunnu dagliga hyggja inn á vikuætlanirnar hjá flokkunum, um har er nakað nýtt.

Vinarliga
Durita Jakobsen, skúlastjóri