14/12/2021
Morgunsangur í jólamánaðinum
Í desember hava næmingarnir í 1. -10.flokki skipað fyri morgunsangi í Tofta skúla. Flokkarnir hava upp á skift staðið fyri morgunsanginum niðri í miðhøllini. Tey seinnu árini eru foreldrini boðin at vera við til hesar morgunløturnar; men í hesum korona-tíðum varð hetta ikki møguligt í jólamánaðinum í ár.
Eftir morgunsangin hongdu næmingarnir jólaprýði, sum tey høvdu gjørt, upp á jólatræið. Í ár var temaið fyri jólaprýðið einglar.
Fleiri myndir síggjast her!