Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

09/06/2022

Fráfaringarløta fyri Mikael Jóhan Heinesen, lærara

Mikudagin 8.juni var fráfaringarløta fyri Mikael Jóhan Heinesen, lærara, í Tofta skúla. Mikael Jóhan er føddur 31.des. 1957, sonur Petur og Janu Heinesen, og er giftur Evu Heinesen.

Mikael Jóhan Heinesen tók læraraprógv á  Føroya Læraraskúla 1985 og hevur verið lærari á Filip-skúlanum á Amager 1985-86 og í Tofta skúla síðani tá.

Á fráfaringarløtuni segði Durita Jakobsen, skúlastjóri, í røðu síni, at tað eru umleið 36 ár síðani Mikael Jóhan av fyrstan tíð tók við lærarastarvinum í Tofta skúla.

Hon víst m.a. á, at Mikael Jóhan hevur megnað at breitt floksstovuna út í samfelagið og samfelagið inn í floksstovuna. Tílíkir lærarar kunnu ikki lata vera við at greiða frá, undirvísa, leggja upp til kjak og byggja upp.

Mikael Jóhan hevur hjarta fyri tí, sum hann hoyrir, sær og ger. Hann leggur altíð oyra til, antin tað eru stór ella smá, høg ella lág.

Mikael Jóhan er ein lærari, sum í tí stilla samlar samfelagið og skúlan í eini sólskipan, sum er í ringrás um seg sjálva. Ein lærari, sum sigur ja til samfelagið, bæði nær- og alheimssamfelagið, fólkaræðið og námsfrøðina.

Til seinast takkaði Durita Mikael Jóhan fyri øll hesi árini í Tofta skúla og heilsaði honum og familjuni alt tað besta, nú tey skulu byrja upp á eitt nýtt kapittul í teirra tilveru í Danmark.

Eftir røðuna handaði Durita Mikael Jóhan Heinesen eina gávu og eitt blómutyssi frá Tofta skúla.

Eisini Beinta Dahl, lærari, heilsaði Mikael Jóhan Heinesen vegna lærararnar. Hon vísti á, hvussu góður hann hevur verið við børnini og børnini við hann. Altíð góður í ráðum og góður at samstarva við.

Mikael Jóhan Heinesen hevur verið serstakliga virkin í nærumhvørvinum. Her kann m.a. nevnast, at hann hevur verið røktingarmaður, kórleiðari, organistur og hevur eisini í nógv ár sungið við kórinum Tarira. Tí var tað heilt natúrligt, at Tarira fekk loyvi at syngja tríggjar sangir til fráfaringarløtuna. Eisini luttóku nakrir fyrrverandi næmingar við sangi. Hetta vóru næmingar, sum byrjaðu í 1.flokki í 1986, júst sama árið, sum Mikael Jóhan Heinesen byrjaði sum lærari.

Eisini framfjørdi Hanus Højgaard, næmingur í 10.flokki eitt stykki á klaver. Hetta var lagið til ”Harra Guð, títt dýra navn og æra”. Hanus hevði útsett lagið sjálvur.

Fleiri myndir síggjast her!