Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

17/06/2022

Prógvhandan í Tofta skúla

Fríggjadagin 17.juni kl. 14.00 var prógvhandan í Tofta skúla. Tá fingu 25 næmingar í 10.flokki og 9 næmingar í 9.flokki prógv handað. 

Til hesa hátíðarløtu vóru avvarðandi hjá næmingunum komin saman at heiðra næmingarnar, nú fólkaskúlin var liðugur. 

Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði øllum vælkomin og helt síðani eina røðu og  handaði næmingunum prógvini. Hon vísti m.a. á, at næmingarnir hava lært nógv hesi árini, og tí hava fingið eina stóra og fjølbroytta vitan. Víðari vísti Durita á, at hóast 25 í tali og sera ymisk á lyndi, so høvdu næmingarnir lært týdningin av at verða saman í einum góðum felagsskapi. Hon vísti á, at tað er so umráðandi at vera góð við hvønn annan, at síggja virðini hjá hvørjum øðrum.

Í talu síni tók Durita fram yrkingina “Smíl”, eftir ókendum yrkjara, sum vísir á virðið í einum smíli. Hvussu umráðandi tað er, at vit sum menniskju kunnu geva eitt smíl, og hvussu stórbært tað kennist at fáa eitt smíl.

Í yrkingini stendur m.a.: ”Eitt smíl kostar einki, men avrikar nógv. Tað ríkar nógv tey, sum fáa tað. Tað hendir í einum eygnabragdi, men fløvar mangan alt lívið. Tað skapar gleði í heiminum og er tekin um vinarlag. Teim troyttu er tað hvíld, dagslýsi teirra, sum hørm eru, teirra sorgarbundnu er tað sólskin og verjir í allari neyð. Ongum tørvar so mikið eitt smíl, sum honum, sum einki smíl eigur eftir at lata frá sær. Um tú vilt vinna tær vinarlag, er reglan henda: Smíl.”

Eisini heilsaðu flokslærararnir næmingunum á hesum degi. Fyrst var tað Guðni Andreasen, ið er annar av flokslærarunum, í 10.flokki og síðani Lív Magnussen, flokslærari, í 9.flokki.

Tær takkaðu næmingunum fyri alt tað, ið tær sum flokslærarar høvdu havt saman við næmingunum. Guðni vísti m.a. á, at næmingarnir í 10.flokki høvdu verið sera ágrýtin, jalig, og góð við hvønn annan. Eisini høvdu tey verið sera hampilig og fólkalig í allar mátar, ikki minst, tá flokkarnir høvdu verið eitt nú á námsferðum. Lív takkaði næmingunum fyri hesi nýggju góðu og gevandi árini, og kendi tað sum um hon átti ein part í teimum. Hon vísti, at sjálvt um prógvini vóru ymisk, so hevði hvør einstakur næmingur so nógv gott viðføri við sær eftir øll hesi árini í skúlanum. Lív endaði røðu sína við at ynskja teimum Guðs signing í komandi tíðum, og vónaði at møta teimum aftur eina ella aðra staðni.

Svend Danielsen, næmingur, helt røðu fyri næmingarnar í 10.flokki. Hann takkaði øllum lærarunum fyri teirra megnar arbeiði hesi mongu árini. Hann vísti m.a, at teirra flokkur hevði upplivað nógv læruríkt og spennandi øll hesi árini. Upplivingar sum tey seint koma at gloyma.

Undir hátíðarhaldinum spældu og sungu Miriam Kass Kristiansen og Eva Túgvustein, næmingar í 7.flokki, sálmin ”Gakk tú tryggur fram við góðum treysti.,” á tvørfloytu og klaver.

Fleiri myndir frá prógvhandnini síggjast her!