Grækarismessuhald í Tofta skúla
2. og 3.flokkur skipaðu fyri innsavnan til Beran
Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla
9. flokkur í Tofta skúla, vinnari á Tryggari Internet Degnum 2023
Wull vann SkúlaFM fyri íverksetarar
Føstulávintshald í Tofta skúla
INNSKRIVING TIL KOMANDI 1.FLOKK
Mikudagin 25.januar kl. 14.00 vóru børnini í komandi 1.flokki innskrivaði í Tofta skúla.
Tað vóru 17 spent og glað børn, sum møttu upp til innskrivingina saman við foreldrum teirra.
Durita Jakobsen, skúlastjóri, Eyð Leitisstein og Áki Dyssegaard, lærarar, tóku ímóti næmingum og foreldrum teirra í Miðhøllini.
Durita tók í hondina á hvørjum einstøkum barni og bjóðaði tí vælkomin í Tofta skúla. Hon vísti á, at hetta var ein stórur dagur fyri børnini og foreldrini, og fyri at markera dagin, varð flaggið vundið í húnar hátt. Síðani fingu børnini loyvi til at stilla seg í tvær rekkir, sum flokkarnir vanliga gera, tá morgunsangur er kl. 8.00 um morgunin í Miðhøllini. Eisini sungu børnini ein sang, sum tey hava lært uppi í Samspíranum.
Síðani varð farið upp í teirra komandi floksstovu, har Eyð og Áki tóku í móti teimum. Uppi floksstovuni var ymiskt á skránni. Fyrst vístu lærararnir, hvar ið hvør næmingur skuldi sita. Síðani fingu tey loyvi til at hava tveir heilt stuttar tímar, sum hvør var 10 minuttir langur. Tímarnir vóru í føroyskum og rokning. Her roknaðu børnini nakrar lættar uppgávur og teknaðu nakrar vakrar gentu- og dreingja tekningar, sum seinni skulu límast á teirra navnaskelti, tá skúlagongdin hjá teimum byrjar í komandi skúlaári.
Samanumtikið ein væl eydnaður dagur.
Fleiri myndir frá innskrivingini síggjast her!