13/02/2023			
			
						FELAGS FORELDRAFUNDUR Í TOFTA SKÚLA MIKUKVØLDIÐ 15.02.2023 KL. 19 - 21 Í SANGSTOVUNI
Skúlastýrið fyri Tofta skúla skipar fyri felags foreldrafundi í sangstovuni í Tofta skúla
Skrá:
- Skúlastýrið leggur fram ársfrágreiðing fyri skúlaárið 2021/22
 - Drekkamuður og tíð til spurningar og prát
 - Snorri Patursson - frá Fólkaheilsuráðnum. 
Heiti á fyrilestrinum er: "Kostráðini, matumhvørvi & tann góði smakkurin" 
Snorri er yrikisbachelor í føðslu og heilsu við sergrein í kostfrøði. Snorri hevur seinastu nógvu árini arbeitt við fyribyrgjandi og heilsufremjandi verkætlanum innan fólkaheilsu, mat, rørslu og matmentan.
 
  
 
Tofta skúlastýrið 
 
 
 
-Børn hava brúk fyri, at foreldur fáa innlit og tosa saman. Tí er tað umráðandi, at títt barn verður umboðað á foreldrafundi.