Seinastu tíðindi

10/03/2023

Grækarismessuhald í Tofta skúla

09/03/2023

2. og 3.flokkur skipaðu fyri innsavnan til Beran

09/03/2023

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

01/03/2023

9. flokkur í Tofta skúla, vinnari á Tryggari Internet Degnum 2023

25/02/2023

Wull vann SkúlaFM fyri íverksetarar

21/02/2023

Føstulávintshald í Tofta skúla

01/03/2023

9. flokkur í Tofta skúla, vinnari á Tryggari Internet Degnum 2023

Vinnarin á Tryggari Internet Degnum 2023 varð í dag, mikudagin 1.mars, funnin, og gjørdist 9. flokkur í Tofta skúla!

Rættiligur hátíðardámur var í Tofta skúla í dag, tá næmingarnir í 9. flokki fingu at vita, at tey høvdu vunnið vinningin á Tryggari Internet Degnum 2023. 

Í ár hevur evnið verið “Myndadeiling á sosialum miðlum” og í hesum sambandi gjørdu næmingarnir í 9. flokki í Tofta skúla ein stuttfilm, ið lýsir, hvussu skjótt tað kann ganga at deila eina nakna mynd av einum persóni undir 18 ár millum ung og samstundis, hvussu torført tað er at spora, hvør keldan er.

Filmurin vísur sostatt á fleiri týðandi, truplar og viðkomandi støður ung í Føroyum kunnu sita í. Hann vísir bæði:

1) hvussu lætt dreingir kunnu útsetast fyri myndadeiling uttan samtykki, líkasum gentur

2) hvussu gentur eisini kunnu vera tær, ið taka og deila myndir uttan samtykki

3) hvussu skjótt ein mynd kann ferðast

4) hvussu trupult tað kann verða at spora

5) hvussu lætt tað er at senda eina mynd gjøgnum eina telefon hjá einum øðrum, við vón um at strika síni spor

6) hvat §236 í straffilógini ítøkiliga sigur um, hvørjar avleiðingar tað kann hava fyri tey ungu at deila eina mynd uttan samtykki

7) og síðst, men ikki minst: sig frá!

9. flokkurin í Tofta skúla fekk sostatt óvæntaða vitjan í dag av SSP, Nema og Føroya Tele, ið handaðu teimum 20.000 kr fyri teirra flotta uppskot.

Enn einaferð hjartaliga til lukku við vinninginum!

Heili 43 uppskot komu inn og tað gleðir okkum, at so góð undirtøka hevur verið og ikki minst so nógv ung kring landið, ið hava arbeitt við hesum týdningarmikla og viðkomandi evninum á ein fyribyrgjandi hátt.

Vit øll í Tofta skúla ynskja somuleiðis næmingunum í 9.flokki hjartaliga til lukku við vinninginum.

Øll uppskot verða at síggja á www.ssp.fo. skrivar heimasíðan ssp.fo.

Fleiri myndir síggjast her!

Kelda: ssp.fo