Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

10/03/2023

Grækarismessuhald í Tofta skúla

Fríggjadagin 10.mars kl. 11.00 skipaði næmingaráðið í Tofta skúla fyri grækarismessuhaldi í miðhøllini i Tofta skúla.

Undanfarin ár hevur grækarismessuhaldið verið úti í Geilini á Toftum, men hesa vikuna hevur veðrið ikki verið til vildar. Høgættin við kulda og kava hevur ligið yvir alt landið, so avgjørt var, at grækarismessuhaldið í ár skuldi vera innandura í Tofta skúla.

Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði øllum vælkomin. Síðani fingu Jóan Kass Henriksen og Martin í Hjøllum í næmingaráðnum orðið og greiddu frá skránni fyri grækarismessuhaldið.

Eftir at hava sungið nakrar góðar vársangir, hildu Selma Svalbard og Viktoria Rubeksen, í næmingaráðnum, røðu.

Í røðuni søgdu tær m.a., at flestu okkara minnast grækarismessu, sum ta tíð, tá tjøldrini koma. Hetta er eisini tíðin tá páskaliljurnar og aðrar blómur byrja at spretta fram.

Á grækarismessu siga vit, at tjøldrini koma. Tjaldrið, sum er tjóðfuglur okkara, kenna vit so væl. Tað er eyðkent við sínum svarta og hvíta liti og við tí langa reyða nevinum.

Í 1930 árunum møttust skótarnir at fagna fuglinum. Fyrsta almenna grækarismessuhaldið, sum vit vita um, var í Havn í 1943, tá Sverri Patursson helt eina røðu. Nú á døgum, er tað vanligt, at grækarismessuhald verða hildin við sangi, tónleiki og røðum, har tjóðfuglur okkara og várið, verða fagnað.

Tá tjøldrini koma og tað verður alsamt ljósari, byrja vit at síggja fram til summarið, og her í skúlanum byrja vit eisini at síggja fram til teir síðstu mánaðirnar av skúlaárinum.

Til seinast vísti tær báðar, at vit síggja fram til eina góða grækarismessu, sjálvt um kalda veðrið við kulda og kava klæðir okkara vøkru náttúru. Eitt prógv um, at mann ongantíð rættiliga veit, hvat ið náttúran hevur at bjóða hesa ársins tíð.

Til grækarismessuhaldið sungu vit hesar sangir:

Okkara tjaldur

Her á heiðini

Eg veit eitt spógvareiður

Tjaldur, ver vælkomið

Summardáar, hagasóljur

 

Fleiri myndir frá grækarismessuhaldinum síggjast her!