Seinastu tíðindi

31/05/2023

Fráfaringarløta fyri Sonju Tausen

23/05/2023

Størv í Tofta skúla

18/05/2023

Munnligu próvtøkurnar hjá 9. og 10.flokki

17/05/2023

Síðsti skúladagur hjá 10.flokki í Tofta skúla

13/04/2023

Landsroynd í 4. og 6.flokki

31/03/2023

Gleðiligar páskir

17/05/2023

Síðsti skúladagur hjá 10.flokki í Tofta skúla

Síðsti vanligi skúladagur hjá næmingunum í 10.flokki var mikudagin 17.mai, og eins og undanfarin ár, varð gjørt rættiliga nógv burturúr hesum degi.

Næmingarnir í 10 flokki skipaðu fyri einum sera hugnaligum og fjølbroyttum ”síðsta skúladegi” við ymiskum tiltøkum fyri næmingar, lærarar og námsfrøðiligar stuðlar.

Dagurin byrjaði við at næmingarnir í 10.flokki skipaðu fyri morgunsanginum. Tá ið morgunsangurin var liðugur, fóru allir næmingarnir at hita upp inni í høllini. Síðani varð farið til gongu niðan á Svangaskarð. Uppi á Svangaskarði skipaðu næmingarnir fyri postagongd, har næmingarnir fingu høvi at royna seg á ymiskan hátt.

Tá postagongdin var liðug, og næmingarnir høvdu hvílt seg eina løtu, varð skipað fyri fótbóltsdysti millum 10.flokk og lærararnar. Lærararnir áttu fyrra hálvleik og næmingarnir seinna. Dysturin endaði við einu teprum 5–4 sigri til lærararnar.

Dagurin endaði við at allir næmingarnir fingu hvør sín burgara og hvør sítt sunkist.

Fleiri myndir síggjast her!