Útgávutiltak á Námi
Fráboðan um barnaorm
Fyrsti skúladagur hjá 1.flokki í Tofta skúla
Skúlagongdin byrjar aftur
Góða summarferiu
Prógvhandan í Tofta skúla
Fyrsti skúladagur hjá 1.flokki í Tofta skúla
Mikudagin 16.august kl. 13.00 var flaggið vundið í húnar hátt, tá 17 spent børn møttu upp í Tofta skúla til teirra fyrsta skúladag. Í flokkinum eru 6 gentur og 11 dreingir.
Skúladagurin byrjaði við, at Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði børnum og foreldrum vælkomin í Miðhøllini.
Skúlastjórin tók í hondina á einum og einum barni og vísti teimum m.a. á, hvar ið 1.flokkur stendur, tá ið morgunin byrjar við morgunsangi í Miðhøllini. Síðani sungu børnini sálmin, ”Faðir, fylg mær henda dag”, og bóðu, Faðir vár, saman.
Í stuttari heilsan vísti skúlastjórin m.a. á, at tað er ein nýggj og spennandi verð, sum letur seg upp fyri børnunum – ein verð, har børnini verða saman við nógvum øðrum børnum og vaksnum í einum umhvørvi, hvar ið tey læra eina rúgvu um alt møguligt. Tey skulu læra at lurta eftir lærarunum og børnunum. Loysa uppgávur, spæla og siga frá tí, ið tey hava lært.
Durita legði dent á, at tað er sera umráðandi, at børnini verða stuðlaði heimanífrá. Fáa góðan svøvn, og soleiðis eru mett og væl hvíld, tá ið tey koma í skúla. Eisini vísti hon á, at tað er týdningarmikið, at børnini møta upp til tíðina um morgunin og annars gera tað, sum teimum verður álagt í skúlanum.
Áðrenn farið varð upp í flokshølið, var felagsmynd, saman við teirra flokslærarum, tikin av flokkinum.
Í flokshølinum tóku flokslærararnir, Eyð Leitisstein og Áki Dyssegaard, saman við øðrum lærarum ímóti børnunum. Flokshølið var sera barnavinarligt. Vakurt prýtt við m.a. fløggum og vøkrum navnaskeltum, sum børnini fingu loyvi til at lita við alskyns litum.
Eyð og Áki greiddu m.a. frá tímatalvuni og teimum skipanum, ið eru galdandi fyri skúlan. Tey bæði vístu eisini á heimasíðu skúlans, herundir vikuætlanina og mjólkaskipanina.
Eisini fingu børnini onkrar spennandi bøkur og ymiskt annað heim við, sum tey vóru sera hugtikin av.
Fleiri myndir síggjast her!