Jólini 2024 í Tofta skúla
Barnadansur í Hæddini í Runavík fríggjadagin 22. nov.
Gloymd klæði
Úrslit frá skúlastýrisvalinum 2024
Skúlastýrisvalið 2024
Lív I. Magnussen og Annelisa Rasmussen heiðraðar í Tofta skúla
Prógvhandan í Tofta skúla 17 juni 2024
Mánadagin 17. juni kl. 14.00 var prógvhandan í Tofta skúla. Tá fingu 9 næmingar í 10.flokki og 11 næmingar í 9.flokki prógv handað.
Til hesa hátíðarløtu vóru avvarðandi hjá næmingunum komin saman at heiðra næmingarnar, nú fólkaskúlin var liðugur.
Olaf Magnussen, virkandi skúlastjóri, bjóðaði øllum vælkomin og helt síðani eina røðu og handaði næmingunum prógvini. Hann vísti m.a. á, at tað var ein dagur við ávísum sorgblídni, tá man sigur næmingum farvæl eftir eitt so langt tíðarskeið í Tofta skúla – tí skúla, sum hevði fylt so nógv, og verið ein rættiliga stórur partur av teirra lívi.
Í skúlanum hava næmingarnir fingið nógva vitan og førleikar, ið fara at hjálpa teimum í tíðini sum kemur. Nakað av tí týdningarmesta, sum næmingarnir hava lært, er at vera forvitin, seta spurningar og eisini at hugsa kritiskt.
Næmingarnir hava eisini lært týdningin at samstarva og at vísa virðing og forstáilsi fyri hvørjum øðrum. Eginleikar, ið ikki kunnu metast nóg høgt.
Skúlastjórin takkaði foreldrunum fyri sera gott samstarv. Takkaði fyri teirra ótroyttiliga ágrýtni og ja-liga hugburð til skúlan og tað arbeiði í verður gjørt í skúlanum.
Eisini heilsaðu flokslærararnir næmingunum á hesum degi. Fyrst var tað Annelisa Rasmussen, flokslærari í 10.flokki og síðani Jóna Hansen, Marjun Egholm og Maria Hansen, sum upp á skift hava verið flokslærarar hjá 9.flokki. Tær takkaðu næmingunum fyri alt tað, ið tær sum flokslærarar høvdu havt saman við næmingunum, við ynskjum um eina bjarta framtíð fyri næmingarnar.
Pætur R. Hansen, næmingur, helt røðu fyri næmingarnar í 10.flokki. Hann takkaði øllum lærarunum fyri teirra stóra arbeiði hesi mongu árini. Hann vísti m.a á, at teirra flokkur hevði upplivað nógv spennandi øll hesi árini. Upplivingar sum tey seint koma at gloyma.
Eisini Jonna á Regni Højgaard, næmingur í 9. flokki, takkaði teirra flokslærarum fyri fólkaskúlatíðina. Hon vísti á, at tað hevði verið ein lærurík og spennandi tíð fyri tey øll, og at tey uttan iva komu at sakna skúlan.
Umframt felagssang vóru eisini fleiri tónleikaframførslur. Fyrst sang Jóhanna Sámalsdóttir, næmingur í 10.fl., sangin ”Eitt dýpi av dýrari tíð” eftir Jens Paula Heinesen við klaverundirspæli frá Andreu Højgaard.
Eisini spældi Miriam Kass Kristiansen tvey løg á tvørfloytu. Til annað av løgunum spældi Andrea Højgaard undir á klaveri.
Til seinast sang Klara Mortansdóttir ein sang við undirspæli frá Andreu.
Fleiri myndir síggjast her!