Seinastu tíðindi

19/12/2024

Gleðilig jól og gott nýggjár

27/11/2024

Jólini 2024 í Tofta skúla

21/11/2024

Barnadansur í Hæddini í Runavík fríggjadagin 22. nov.

15/11/2024

Gloymd klæði

13/11/2024

Úrslit frá skúlastýrisvalinum 2024

04/11/2024

Skúlastýrisvalið 2024

30/09/2024

Nýtt næmingaráð í Tofta skúla

Týsdagin 3. september var næmingaráðsval í Tofta skúla. Í næmingaráðnum í Tofta skúla eru 7 næmingar. Nývalda næmingaráðið er mannað við hesum næmingum:

Jóhan Kass Henriksen 9.fl., formaður, Tobias Thomsen 8.fl., næstformaður, Jóhannes Johansen 10.fl., Rebekka Larsen 7.fl., Benn Karlson 6.fl., Markus Lamhauge Petersen 5.fl. og Mattias Gerlach Bergkvist 4.fl.

Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á teirra dagligdag. Nakrar av uppgávunum, ið næmingaráðið kann arbeiða við, eru:

• atferðarreglum á skúlanum

• innan- og uttandura spæliplássi

• felags tiltøkum, ítrótti, konsertum

• aktuellum málum

• skúlablaði, várveitslu, o.t.

• ymiskt,, sum skapar trivnað í skúlanum.

Næmingaráðið hevur skyldu til reguliga at kunna flokkunum um arbeiðið, sum verður gjørt í næmingaráðnum.

 

Ovast er mynd av nývalda næmingaráðnum í Tofta skúla.

Á myndini er eisini Uni Narongciiai Olsen, eykalimur, 8.fl.

Tobias Thomsen, næstformaður, vantar á myndini.