Seinastu tíðindi

16/10/2024

Tofta skúli stuðlar granskingarverkætlan um kropsrørslu og trivnað

11/10/2024

Skúlarenning í Tofta skúla

10/10/2024

Sangløta í Tofta skúla

07/10/2024

Altjóða læraradagur í Tofta skúla

07/10/2024

FELAGS FORELDRAFUNDUR OG UPPSTILLINGARFUNDUR VERÐUR TÝSKVØLDIÐ 22.OKTOBER KL 19

04/10/2024

Skúlarenning verður fríggjadagin 11. oktober

16/10/2024

Tofta skúli stuðlar granskingarverkætlan um kropsrørslu og trivnað

Tað er langt ímillum stórar granskingarverkætlanir í Føroyum, innan barnaøkið. So tá ið vit Í Tofta skúla vóru spurd, um vit vildu stuðla undir granskingarverkætlan um kropsrørslu og trivnað, søgdu vit ja. Nú er tíðin so komin, at kanningar skulu gerast her í Tofta skúla.

Kunningartilfar, samtykkiskjal o.a. verður sent avvarandi foreldrum/verjum. Tað eru næmingar í 1.-3.flokki, ið skulu kannast í samband við hesa granskingarverkætlan. Tofta skúli verður eftirlitsskúli, og tí skulu vit bert stilla upp til kanningar áðrenn og aftaná og annars bara gera og vera sum vit plaga. Hetta fyri at hava ein skúla at samanbera við í mun til skúlan, har átøk verða gjørd. 

 

Eitt sindur um granskingarverkætlanina:

Á várið 2023 varð byrjað upp á eina stóra granskingarverkætlan um kropsrørslu. Tað er Magni Mohr, professari, ið er leiðari av granskingarverkætlanini. Afturat sær, hevur Magni Ph.d. lesandi Báru Berghamar Danielsen og Ph.d. lesandi Helga Winther Olsen, ið hava dagligu leiðsluna og eru kontaktpersónar í granskingarverkætlanini.

Granskingin byrjaði við rørsluátakið, ið varð framt í verkið í Vágs skúla og varð kannað. Endamálið var tá at kanna hvønn týdning eitt slíkt rørsluátak hevur og tí var týdningarmikið at samanbera við ein annan skúla, ið ikki var við í rørsluátakinum. Tvøroyrar skúli var tá við í verkætlanini og vóru allir næmingar kannaðir eins og
næmingarnir í Vágs skúla. Næmingarnir í Vágs skúla royndu seg við rørsluátakinum, meðan næmingar í
Tvøroyrar skúla hildu á við somu skúlagongd sum vant.

Tá rørsluátakið fer í gongd heystið 2024 luttaka allir næmingar í forskúla 1.,-3. Flokki í Vágs- og Tvøroyrar skúla í rørsluátakinum og undirvíst verður eftir sama leisti í rørsluløtunum. Tofta skúli luttekur í kanningunum sum eftirlitsskúli og heldur fram við somu skúlagongd sum vant.

Rørsluátakið undirvísingar árið 2024-2025 hevur til endamáls at kanna, hvussu rørsluátakið á ein skynsaman og burðardyggan hátt, kann gerast fastur partur av skúlaárinum hjá næmingum í skúlum.


Føroyskir granskarar fara at fylgja verkætlanini og kanna, hvønn týdning rørsluátakið hevur fyri rørsluføri, hugin og trivnað hjá næmingum. Rørsluføri lýsir teir eginleikar og førleikar einstaklingar vísa í rørsluvanunum sínum gjøgnum lívið. Tað kann lýsast sum hugur, evni og áræði og orka hjá einum menniskja at røra seg. Tá verður kannað, hvussu næmingar trívast í og tíma rørsluløturnar, hvussu virknir teir eru, og um teir broyta kropsligar førleikar so sum styrki, javnvág og úthaldni av kropsrørslu venjingini. Heilsustøðan verður lýst við at kanna trivnað og hugin at luttaka. Granskingarverkætlanin fer fram samstundis sum rørsluátakið FIT FIRST og verður tí framd skúlaárini 2023-2025. Umframt at granskingarverkætlanin fer at lýsa týdningin av rørsluátakinum, fer hon eisini at lýsa, hvussu støðan er millum føroysk skúlabørn í mun til at røkka málunum hjá heimsheilsustovninum WHO fyri kropsliga rørslu. Vit hava ávísar ábendingar frá øðrum kanningum í Føroyum, men vita enn ikki nógv um, hvørjir rørsluvanar Føroysk børn hava.

Leikluturin hjá okkum í Tofta skúla verður at stuðla undir granskingarverkætlanina. Fyri at hava vísindalig úrslit at vísa á, er vanligt at hava ein annan part, ið eisini er partur av ætlanini, men sum ikki er virkin. Hetta er fyri at kanna, um munur sæst á pørtunum. Í hesum førinum verður annar partur við í ætlanini, og tað verður Tofta skúli.

Kunningartilfar verður lagt út til 1.-3.flokk, ið eru tey, sum luttaka í kanningunum.