05/09/2019

Val til næmingaráðið

Týsdagin 10.september verður val til næmingaráðið í Tofta skúla. Næmingarnir kunnu velja ímillum ymisk valevni, sum frammanundan eru vald í flokkunum.

Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á teirra dagligdag. Nakrar av uppgávunum, næmingaráðið kann arbeiða við, eru:

• atferðarreglum á skúlanum

• innan- og uttandura spæliplássi

• felags tiltøkum, ítrótti, konsertum

• aktuellum málum

• skúlablaði, várveitslu, o.t.

• ymiskt,, sum skapar trivnað í skúlanum.

 

Næmingaráðið hevur skyldu til reguliga at kunna floksumboðini um arbeiðið, sum verður gjørt í næmingaráðnum.

 

Á valinum, sum verður týsdagin, velja næmingarnir 5 umboð og 2 eykaumboð, sum skulu manna nýggja næmingaráðið hetta skúlaárið.