09/10/2020

Væleydnaður renningardagur í Tofta skúla

Eins og siðvenja er, so valdu vit í Tofta skúla at gjøgnumføra árligu norðurlendsku skúlarenningina fríggjadagin undan heystferiuni, og hetta eydnaðist væl. Vit  gjøgnumførdu skúlarenningina í framúr góðum veðrið, kalt, stilt og sól.

Næmingarnir møttu kl 8.00 og kl 8.15 hittust vit øll í skúlagarðinum til morgunsang. Eftir morgunsangin skipaði 10.flokkur fyri felagsupphiting.

Í ár valdu vit aftur at renna runt Agnið, sum siðvenja hevur verið. Annars hevur tað ikki borið til seinastu árini vegna arbeiðið uppá  Eysturoyartunnilin inni í Rókin, sum var til ampa fyri skúlarenningina.

Í ár runnu teir flestu næmingarnir 10 km, sum var allan vegin runt Agnið í einum ógvuliga náttúruvøkrum umráði.

Tá næmingarnir vóru lidnir at renna, fingu teir høvi til at hvíla seg, meðan teir fingu okkurt leskiligt at eta og drekka.

Dagurin endaði við, at næmingarnir í 10. flokki og lærararnir spældu ein flogbóltsdyst ímóti hvørjum øðrum, í ár bar ikki til at hava áskoðarar við til dystin.