Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

18/12/2020

Tvær jólagudstænastur í Fríðrikskirkjuni

Aftur í ár skipaði Tofta skúli fyri jólagudstænastu í Fríðrikskirkjuni. Í ár vóru jólagudstænasturnar tvær í tali. Hetta komst av, at atlit vóru tikin fyri teimum koronatilmælum, sum vóru galdandi um jólahøgtíðina.

Tann fyrra gudstænastan var hósdagin 17.des. kl. 13.00 fyri næmingarnar í 7.-10.fl., og tann seinna var fríggjadagin 18.des. kl. 10.00 fyri næmingarnar í 1.-6.flokki.

Umframt teir góðu gomlu jólasálmarnar, jólaevangeliið, inn- og útgangsbønirnar, vóru eisini nøkur innsløg, har næmingar vístu sínar dygdir á ymiskum ljóðførum.

Miðskeiðis í gudstænastuni hevði Ovi Brim, prestur, eina talu, hvar ið hann vísti á tann týdning jólini hava fyri okkum menniskju. Hann vísti á, at vit eiga at geva rúmd í okkara hjarta fyri frelsaranum, sum varð okkum givin á jólum.

Næmingar úr ymsum flokkum lósu inn- og útgangsbønina til báðar gudstænasturnar. Somuleiðis lósu næmingar jólaevangeliið til báðar gudstænasturnar.

Til gudstænastuna hjá teimum eldru spældi Hanus Højgaard, næmingur í 9.flokki á urguna, til felagssangin, meðan Mikael Jóhan Heinesen, lærari, spældi á urguna til gudstænastuna hjá teimum yngru.

Undanfarin ár hevur tað verið vanligt, at bæði foreldur, ommur og abbar hava leitað sær í kirkjuna, fyri at vera við til skúlagudstænastuna, sum skúlin skipar fyri. Vegna korona, var hetta ikki møguigt í ár. Tó høvdu tey møguleika at vera við umvegis netið til gudstænastuna hjá teimum yngru næmingunum.

Fleiri myndir frá skúlagudstænastunum síggjast her!