Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

09/10/2021

Góður renningardagur í Tofta skúla

Hóast sera óstøðugt veður seinastu vikuna, so fóru næmingar, starvsfólk og onkur foreldur við góðum treysti undir skúlarenningina fríggjamorgunin 8.okt.

Tað vóru væl hýrdir næmingar, sum møttu upp til skúlarenningina. Dagurin byrjaði við morgunsangi kl. 8.00 og síðani varð farið inn í høllina til eina felagsupphiting, sum næmingarnir í 10.flokki skipaðu fyri.

Allir næmingarnir runnu leiðina runt Agnið, sum er umleið 10 km til longdar. Á leiðini stóðu næmingarinr í 10.flokki á ávísum postum og heppaðu á næmingarnar. Næmingarnir vóru sera kreativir, so tað kendist sum ein "gularót" fyri okkum, sum runnu at koma fram til næsta post. 

Eins og undanfarin ár, hevði Runavíkar Kommuskúli eisini renningardag sama dag sum vit, og runnu júst sama strekki, so tað kendist gott at møta teimum á leiðini, og samstundis føla kensluna av, at fleiri skúlar runt um í landinum leggja dent á, hvussu týdningarmikil skúlarenning og rørsla er fyri okkara heilsu og trivna.

Tá næmingarnir vóru lidnir at renna, fingu teir høvi til at hvíla seg, meðan teir fingu okkurt leskiligt at eta og drekka.

Dagurin endaði við, at næmingarnir í 10. flokki og lærararnir spældu ein flogbóltsdyst ímóti hvørjum øðrum, meðan allir hinir næmingarnir heppaðu á leikararnar.

Fleiri myndir síggjast her!