Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

18/08/2022

Fyrsti skúladagur hjá 1.flokki í Tofta skúla

Hósdagin 18.august kl. 13.00 møttu 21 spent børn upp til teirra fyrsta skúladag í Tofta skúla. Í flokkinum eru 10 gentur og 11 dreingir.

Skúladagurin byrjaði við, at Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði børnum og foreldrum vælkomin í Miðhøllini.

Skúlastjórin tók í hondina á einum og einum barni og vísti teimum m.a. á, hvar ið 1.flokkur stendur, tá ið morgunin byrjar við morgunsangi í Miðhøllini. Síðani sungu børnini eitt stutt sálmaørindi, sum tey høvdu lært framman undan, og bóðu Faðir vár saman.

Í stuttari heilsan til foreldur og børn, vísti skúlastjórin m.a. á, at tað at ganga í skúla, setur stór krøv til børnini og tey vaksnu, um at møta upp til tíðina um morgunin og annars at gera tað, sum tey skulu í skúlanum.

Durita legði dent á, at tað er umráðandi at børnini verða stuðlaði heima, fáa góðan svøvn, og soleiðis eru mett og væl hvíld, tá ið tey koma í skúla.

Áðrenn farið varð upp í flokshølið, var mynd tikin av flokkinum saman við teirra flokslærarum.

Í flokshølinum tóku flokslærararnir, Guðni Andreasen og Andrea á Regni Højgaard, saman við øðrum lærarum ímóti børnunum. Flokshølið var sera barnavinarligt. Vakurt prýtt við m.a. fløggum og vøkrum navnaskeltum, sum børnini sjálv høvdu gjørt, tá tey gingu í skúlabólki síðsta ár.

Guðni og Andrea greiddu m.a. frá uppbygnaðinum av tímatalvuni og teimum skipanum, ið eru galdandi fyri skúlan. Tær báðar vístu eisini á heimasíðu skúlans, herundir vikuætlanina og mjólkaskipanina.

Eisini fingu børnini onkra spennandi bók, sum tey vóru hugtikin av.

Fleiri myndir síggjast her!