Seinastu tíðindi

23/04/2025

Lærarastørv í Tofta skúla

12/04/2025

Skúlaítróttardagur fyri 7.flokkar í Føroyum

12/04/2025

Gleðiligar páskir

02/04/2025

Næmingar úr Runavíkar kommunuskúla og Tofta skúla framføra Gummi Tarsan

02/04/2025

Landsroynd hjá 4. og 6.flokki

30/03/2025

Fráboðan um skrubb

31/05/2023

Fráfaringarløta fyri Sonju Tausen

Mikudagin 31.mai skipaði Tofta skúli fyri fráfaringarløtu fyri Sonju Tausen, lærara.

Sonja Tausen tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1984 og hevur verið lærari á Toftum síðani tá. Sonja var á ársskeiði skúlaárið 1995-96.

Eftir trúgva tænastu sum lærari í 39 ár í Tofta skúla, hevur Sonja Tausen valt at gevast sum lærari, tá skúlaárið er liðugt.

Í røðum og heilsanum, sum vóru hildnar við fráfaringarløtuna, av starvsfelagum og næmingum, varð víst á, at tað, sum hevur sermerkt Sonju sum lærara og menniskja er, at Sonja er fakliga væl fyri - ein lærari við myndugleika. Hon er sera nærløgd og umsorganarfull. Hon hevur sera góð evnir at leggja merki til, um tað er onkur, næmingur ella starvsfólk, sum hevur ráð, vegleiðing ella hjálp fyri neyðini.

Durita Jakobsen, skúlastjóri, vísti m.a. á, at Sonja altíð hevur lagt stóran dent á, at starvsfelagarnir hava góð kor at arbeiða undir, og hevur gingið høgt uppí, at nýggir lærarar skulu kenna seg væl og fáa eina so góða byrjan í starvinum sum gjørligt.

Víðari vísti skúlastjórin á, at Sonja altíð hevur verið áhaldandi, støðuføst, og víkir ikki av vegnum, um tað gevur okkurt skursl, bara tað er til frama fyri næmingarnar, lærarar ella bara fyri at skapa betri umstøður fyri øll.

Til seinast segði Durita, at tað verður uttan iva løgið, at byrja nýtt skúlaár uttan Sonju Tausen sum lærara, tí at Sonja er ein lærari við stórum fakligum yvirliti, eitt ordans og fevnandi menniskja fyri bæði starvsfelagar og næmingar.

Eitt námsfrøðiligt menniskja við hjarta fyri bókmentum og ein ektaður lærari, ið hevur nakað at vísa á, og sum ígjøgnum árini hevur bjóða seg fram til fram fyri felagsskapin, við ymiskum álitisstørvum her í skúlanum.

Í samband við fráfaringarløtuna, vóru blómur og gávur handaðar frá Tofta skúla, skúlastýrinum og Nes kommunu.

Fleiri myndir síggjast her!