Seinastu tíðindi

16/10/2024

Tofta skúli stuðlar granskingarverkætlan um kropsrørslu og trivnað

11/10/2024

Skúlarenning í Tofta skúla

10/10/2024

Sangløta í Tofta skúla

07/10/2024

Altjóða læraradagur í Tofta skúla

07/10/2024

FELAGS FORELDRAFUNDUR OG UPPSTILLINGARFUNDUR VERÐUR TÝSKVØLDIÐ 22.OKTOBER KL 19

04/10/2024

Skúlarenning verður fríggjadagin 11. oktober

07/10/2024

Altjóða læraradagur í Tofta skúla

Aftur í ár varð skipað fyri altjóða læraraedegi í Tofta skúla mánadagin 7. oktober 2024.

Hesin dagur er heilt serligur. Endamálið við altjóða læraradegnum er at virðismeta og menna heimins undirvísarar. Fleiri enn 100 lond hátíðarhalda dagin, sum varð hildin fyrstu ferð í 1994. Tá spratt dagurin úr heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948 um mannarættindi.

Næmingaráðið saman við foreldraumboðum skipaðu fyri degnum, sum byrjaði við, at Tobias Thomsen, næstformaður í næmingaráðnum, bjóðaði øllum vælkomin til løtuna og greiddi frá skránni.

Á skránni var ein røða frá næmingaráðnum, sum Rebekka Larsen hevði. Gávur, sum foreldraumboð høvdu hjálpt næmingum at keypa, vóru handaðar lærarum og námsfrøðingum.

Allir næmingarnir fingu høvi persónliga at heilsa upp á hvønn einstakan lærara.

Til seinast fóru allir næmingarnir í teirra floksstovur saman við næmingum úr 8. og 10. flokki, meðan lærarar og námsfrøðiligir stuðlar vóru boðnir til morgunmat.

 

Niðanfyri er røðan endurgivin, sum Rebekka Larsen helt  vegna næmingaráðið í Tofta skúla.

Kæru næmingar, lærarar og starvsfólk í skúlanum.

Í dag eru vit øll komin saman til at fegnast um læraradagin, sum verður hildin hvønn 5. oktober. Í ár var 5. oktober ein leygardagur. Av tí at vit íkki tímdu í skúla leygardag, riggaði tað ikki so væl. Tí halda vit hann í dag. Hetta er ein dagur, har vit takka øllum teimum góðu lærarum og øllum starvsfólkum í skúlanum, sum dagliga arbeiða miðvíst, fyri at geva øllum børnum og ungum eina góða og ríka framtíð.

Lærarar undirvísa ikki bara. Teir eru eisini leiðarar, stuðlar og fyrimyndir. Tit hjálpa okkum við at menna okkum sum menniskju, og eru við til at geva okkum ein víðari sjónarring. Tit hjálpa okkum at verða besta útgáva av okkum sjálvum, og at trúgva upp á okkara egnu dygdir og eginleikar.

Tit eru møguliga bara nakrir lærarar millum nógvar aðrar í heiminum, men fyri okkum eru tit hetjur. (Sjálvt um tit ikki ganga runt í kappum og undirbuksum uttan á klæðunum.) Tykkara superkraft er, at tit halda á at undirvísa og inspirera okkum, sjálvt um vit onkuntíð grenja.

Tit halda kanska, at tað einasta vit hugsa um, er at sleppa í høllina, ella tíðliga út í fríkorter, ella hyggja eftir einum filmi, men vit vita eisni, at vit eru komin í skúla fyri at læra og mennast sum menniskju. Men sjálvt um vit hugsa nógv um at hugna okkum, so eru vit takksom fyri, at tit eru so keðiligir, at tit ikki altíð loyva okkum tað, ið vit biðja um.

Takk fyri at brúka tíð upp á at læra okkum at lesa, skriva og rokna. Men ein segði: “Tað er umráðandi at læra børn at telja, men tað, ið er mest umráðandi, er at læra børnini, hvat veruliga telur.” So takk fyri, at tit bæði læra okkum tey grundleggjandi fakini, men eisni, hvat hevur týdning í lívinum.

Takk fyri tykkara tíð, og latið okkum stuðla okkara lærarum!

 

Fleiri myndir síggjast her!