Seinastu tíðindi

23/04/2025

Lærarastørv í Tofta skúla

12/04/2025

Skúlaítróttardagur fyri 7.flokkar í Føroyum

12/04/2025

Gleðiligar páskir

02/04/2025

Næmingar úr Runavíkar kommunuskúla og Tofta skúla framføra Gummi Tarsan

02/04/2025

Landsroynd hjá 4. og 6.flokki

30/03/2025

Fráboðan um skrubb

24/03/2025

Finala í roknikapping fyri fólkaskúlanæmingar

Leygardagin 22. mars var finalan í støddfrøðikappingini Pangea 2025 hildin í høllini í skúlanum á Fløtum

Endamálið við kappingini er at kveikja áhugan fyri støddfrøði, men eisini at skapa felagsskap millum tey, sum luttaka og vísa á, at støddfrøði er spennandi og eitt hent amboð í nógvum ymiskum viðurskiftum.

Pangea-kappingin byrjaði í Týsklandi í 2007, og verður hildin í nógvum evropeiskum londum. Hetta vísir, at skúlar og fyriskiparar hava megnað, at gjørt kappingina bæði viðkomandi og spennandi.

Undirtøkan í Føroyum hevur verið sera góð. Í ár vóru 1949 næmingar úr 21 skúlum tilmeldaðir, tá ið kappingin byrjaði. Kappingin fatar um 3. til og við 9. flokk.

Kappingin byrjaði við einum undanumfari í januar á skúlunum runt um landið. Síðani var 2. umfar í februar mánaði í Eysturskúlanum, og finaluumfarið var leygardagin 22. mars í skúlanum á Fløtum.

Tofta skúli hevði fimm næmingar við í sjálvum finaluumfarinum og kláraðu teir seg sera væl í kappingini.

Í kappingini fyri 6. flokk, streyk Benn Karlsson avstað við fyrsta plássi.

Í 7. og 8. flokki, vóru tað ávikavist Annika Mikkelsen og Tobias Thomsen, ið fingu hvør sítt annað pláss, meðan Marta Djurhuus Lisberg, og Hjørtur Gøte í 5. og 7. flokki vóru ov stutt til at vera millum vinnararnar.

Landsstýrismaðurin í Barna- og Útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, helt røðu og handaði steypini til vinnararnar.

Vit í Tofta skúla ynskja øllum til lukku við úrslitinum í Pangea-kappingini 2025.