Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

31/05/2021

Skúlakanning 2021

Góðu foreldur at børnum í Tofta skúla

Skúlakanningin, sum vit áður hava fráboða á heimasíðu skúlans er nú latin upp. Tað er skúlastýrið fyri Tofta skúla í samstarv við Gallup sum stendur fyri hesi skúlakanning/nøgdsemiskanning.

Líknandi kanningar eru gjørdar í 2012 og í 2016. Hetta verður tískil tann triðja skúlakanningin.

Allir næmingar í Tofta skúla fáa í hesum døgum eitt bræv heim við hesum viðvíkjandi. Tað er eitt bræv til hvønn næming, so hevur tú tvey børn í skúlanum, so svarar tú/tit tvær ferð o.s.fr.. 

Vónandi taka tit - foreldur og næmingar - væl ímóti hesi nøgdsemiskanning og svara henni. 

Okkara ynski er, at tit vilja luttaka í kanningini og soleiðis gera tykkara afturmelding galdandi. Á henda hátt fær skúlastýrði týðandi vitan um nøgdsemi tykkara við Tofta skúla, og hvørji øki, tit ynskja at arbeitt verður við. 

Avrit av brævinum sæst her

Í brævinum hevur títt barn einki navn, men bara Næmingur .... og um hann er í grund-, mið- ella hádeild, hetta er vegna dátutrygd. Tískil er tað týdningarmikið, at tit svara eina ferð fyri hvørt barn, sum tit eiga í skúlanum. 

Ynskiligt er, at svarað verður skjótast gjørligt. Til ber at svara kanningini til og við mánadagin 14.juni.