Seinastu tíðindi

30/03/2025

Fráboðan um skrubb

24/03/2025

Finala í roknikapping fyri fólkaskúlanæmingar

12/03/2025

Grækarissmessuhald úti í Geilini á Toftum

07/03/2025

Grækarismessuhald í Tofta skúla

04/03/2025

Føstulávintshald í Tofta skúla

01/03/2025

Felags sangløta í Tofta skúla

16/06/2021

Fundarfrágreiðing frá skúlastýrisfundi 09.juni 2021

Skúlastýrisfundur 9. juni 2021 kl. 19:30  
  

Leiðslan. Næmingar í Tofta skúla hava verið við í FM í Skúlatalv. Tofta skúli gjørdist nr 2 og 3 og 4 í eldru og yngru deildunum. UVS hevur gingið okkara umsókn á møti, har ið vit søkja um tímar til at undirvísa næmingunum í talvi. Tíma og lærugreinabýtið fyri komandi skúlaár varð lagt fram. Prátað var um ymiskt í hesum sambandi. Tíma og lærugreinabýtið varð lagt fram og góðkent av skúlastýrinum.  
Forkvinnan.  
Forkvinnan hevur søkt arbeiði í TS og tí vil hon lata tað yvir til næstformannin at vera við til setanarsamrøðurnar.
Nes kommuna – málið um útiøkið takast uppaftur. Málið verður tikið upp aftur í september.  
Kunning um Nøgdsemiskanningina 2021 – freist at svara er 14. Juni 2021. Tað eru fleiri áminningar farnar út. Pr. 9.juni hava 43% svara.  Ynskiligt er, at vit hava frá 55-70%. Áminnig verður send út til foreldraumboð og løgd út á heimasetningin.  
Fundartíðir fyri skúlastýrisfundir aug.-des. 2021: 8.sept, 6.okt, 10.nov 
Ymiskt: Sorgarætlan endurskoðast (skúlastýrisfundur 14. Apríl).  Lærarar fara at arbeiða við hesum eftir seinasta undirvísingardag. Rut skrivar aftur til skúlastýri fyri RKS um seinasta felags skúlastýrisfund um skálafjørðin. 
 
Fundur lokin kl 20:40 
Ikki á fundi Kristian