Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

25/01/2023

Móttøka í nýggju sanghølunum, Tónalon, í Tofta skúla

Týsdagin 24.jan. kl. 16.00 var móttøka í Tofta skúla, tá nýggju tónleikahølini vóru handaði Musikkskúlanum. Rættiliga fitt av fólki møttu at síggja tey snotiligu hølini, og at hoyra rættiliga fjølbroyttar tónleikabólkar framføra bæði sang og tónleik.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði øllum vælkomin í Tónalon, sum er navnið á nýggju tónleikahølunum í Tofta skúla og  ynskti Tóra R. Jacobsen, leiðara fyri Nes Sóknar Musikkskúla og hansara starvsfólkum hjartaliga til lukku við nýggju hølunum.

Súni í Hjøllum vísti í røðu síni á, at musikkskúlaskipanin, sum vit kenna hana í dag, er ikki komin av ongum. Eldsálir slóðaði fyri. Á Toftum ber ikki til at tosa um tann ríka sangskattin, sum bygdin er kend fyri, uttan at nevna toftamannin, læraran og tónaskaldið Hans Jacob Højgaard, sum var ein eldsál innan sítt øki, og var hann kendur um alt landið fyri sín framúrskarandi kórsang.

Tað ber ikki til at tosa um Musikkskúlan uttan at nevna undangongumannin, musikkskúlaleiðaran og tónlistarligu eldsálina Ólav Hátún, sála. Hann slóðaði fyri, og sum tíðin leið eydnaðist honum saman við øðrum góðum væl útbúnum tónleikalærarum at menna musikkskúlaskipanina til tað heilt ótrúliga, ja, lyfta hana – sum nú – millum heimsins bestu.

Musikkskúlin hevur gjøgnum árini útbúgvið stór talent, og hevur samstundis havt ringvirkningar út í hvønn krók í landinum, har tónleikurin sprettir og livir í besta blóma. Hetta hevur ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin hjá ungdóminum.

Víðari vísti Súni á, at tónleikurin er mennandi fyri bæði likam og sál, og vit kunnu eisini fegnast um, at Nes Sóknar Musikkskúli er ómetaliga væl umtóktur millum bæði yngri og eldri – børn og foreldur í Nes- og Runavíkar kommunu.

Tað er okkara vón, at góðu umstøðurnar, sum nú eru í Tofta skúla, verða við til gleði og gagn, bæði fyri næmingar, lærarar og okkara lokalsamfelag.

At enda nýtti Súni í Hjøllum høvi til at takka øllum, sum Nes kommuna samstarvar við í samband við Musikkskúlan. Ein serlig tøkk til Runavíkar kommunu fyri fruktagott samstarv.

Eisini vóru tað fleiri onnur, sum nýttu høvi at bera Nes Sóknar Musikkskúla bestu góðynski við tónleikafrálæruni í nýggju tónleikahølunum í Tofta skúla. 

Fleiri myndir frá móttøkuni síggjast her!